Súni Olsen, sum seinastu árini hevur verið sáttmálabundin við danska superligafelagið AaB, leitar sær nú eftir nýggjum felag. Seinasta hálva árið hevur hann verið leigaður til Viborg, men har ætlar hann sær ikki at halda fram, og enn er tað ikki greitt, hvar Súni Olsen fer at spæla.
Súni Olsen er í løtuni staddur í Føroyum, og spurningurin er so, um hann umhugsar møguleikan at skifta heim til Víking at spæla.
Tað verður hann í øllum førum spurdur um, tá hann vitjar í sendingini Summartíð á Rás2 fyrrapartin mikudagin.









