Fótbóltur
Eftir at hava roynt eina samanlegging nøkur í ár í 90?unum, fóru VB og Sumba ta ferðina hvør til sítt. Nú tykist tó, sum um partarnir eru til reiðar at leggja ta hendingina aftur um bak, tí enn einaferð eru samráðingar um eina samanlegging ígongd.
Tosið hevur ljóðað eina tíð, og mánadagin kundi VB so lýsa til limafund, har samanleggingin var einasta mál á skránni. Sum skilst, so var fundurin ógvuliga positivt sinnaður mótvegis eini samanlegging, og týskvøldið vóru tað so limirnir í Sumba, sum skuldu spyrjast eftir.
Í Sumba er tað mest Torri Thomsen, sum hevur havt við málið at gera, og hann dylir ikki fyri, at tey í Sumba síggja seg noydd til at taka slík stig.
- Soleiðis sum krøvini eru blivin, so síggi eg ikki aðrar møguleikar, um Sumba skal yvirliva. Og eg vil eisini leggja dent á, at hóast talan verður um samanlegging, so fer Sumbiar Ítróttarfelag ikki í søguna. Tað verður framvegis aktivt, men á fótbóltssíðuni verður talan um ein yvirbygning saman við VB, staðfestir hann.
Nøvnini varðveitast
Fyrsta árið verður tó ikki serliga sjónligt, at talan verður um eina nýggja samanlegging. VB fyllir tá 100 ár, og Sumba 65 ár, og tí eru nevndirnar komnar ásamt um, at nøvnini ikki verða broytt alt fyri eitt. Soleiðis kemur liðið í fyrstu deild at VB og í aðru deild Sumba í 2005. Hinar deildirnar koma tó at bera felagsheitið, og tað verður so galdandi fyri øll lið felagsins í 2006.
Eisini er ætlanin, at hondbólturin í Vági verður tikin við í nýggja yvirbygningin. Ikkk so nógv tí sumbingar hava nakra serliga siðvenju innan hetta økið, men einamest soleiðis at felagið ikki kemur at kappast við hondbóltin, men heldur kemur at samstarva við hesi.