Tað er einki at ivast í,a t Angelos Anastasiadis kann rokna við, at dysturin á Svangaskarði fær eitt eftirspæl fyri hansara viðkomandi.
Tá kypriotiski venjarin varð burturvístur av vøllinum, snøgt sagt noktaði hann at fara, og í glósum, sum ikki kundu misskiljast, gjørdi hann vart við sína ónøgd um avgerðina.
Frágreiðing er skrivað og send FIFA. Men hóast úrskurðurin um málið ikki verður gjørdur enn, so vita keldur at siga okkum, at talan helst verður um bæði leikbann og bót til kypriotiska venjaran.