Verður helst Capello

Alt tykist nú benda á, at Fabio Capello verður nýggjur enskur landsliðsvenjari. Enskir miðlar skriva, at tað nú bert er ein spurningur um tímar, áðrenn 61 ára gamli italiumaðurin fær sáttmála sum landsliðsvenjari. Capello var á fundi við enska fótbóltssambandið í gjár, og nú sigst, at einasti formaliteturin, sum restar, er góðkenning frá nevndini hjá sambandinum. Brian Barwick og Trevor Brooking, sum vegna FA samráddust við Capello, staðfesta í øllum førum, at samráðingarnar gingu serstakliga væl.