Verður hønan við gulleggunum spakuliga kvørkrað

Okkara unga fólk á sjógvi og landi fer heldur út
í heim “at vinna sær gull”, enn at liggja og berjast
við stutthugsaðar ad-hoc loysnir her á landi

Eitt lítið viðbrekið land úti í Atlantshavinum, sum við ágrýtnum og gløggum íverksetarum menti seg frá einum bóndasamfelag sum breyðføddi 5.000 fólk, til ídag eitt toluliga altjóðað nýmótans samfelag við 48.000 íbúgvum, eru Føroyar.

Fiskivinnan átti og eigur tøkkina og æruna, hevur verið og er grundsúlan, har menn og kvinnur framdu íløgur í skip og virkir á landi, samstundis, sum bardagi fór fram fyri at koma longur út til fremmandar fiskigrunnar. – Les t.d. “Et opråb til det danske folk”, skrivað í 1930unum av føroyskum reiðarum.

Uppróp um tilfeingisgjald
Seinastu árini eru “klók” fólk – flestu teirra væl útbúgvin bókliga – komin við “upprópi” um, at allir føroyingar eiga tilfeingið, tí skulu teir, sum hava bart seg ígjøgnum og útvegað Føroyum fiskirættindi við fremmandar strendur, samstundis sum hesir hava framt sera kostnaðarmiklar íløgur, gjalda okkum upphæddir, fyri at teir skulu sleppa at fiska okkum henda fiskin, uttan at vit hava rætt hond frá síðu.

At politisku fiskivinnusamráðingarnar eisini hava átt sín stóra leiklut í hesum fiskiveiðu samráðingum er eyðvitað, men lítið hevði batt, um ikki ágrýtnir og nærlagdir íverksetarar og teirra risastóru íløgur høvdu verið framdar.

Tilfeingisgjaldið av fiskinum er og verður ónd ringrás, skerjing av fiskidøgum “á skrivaraborðinum” stuðlar undir, ad-hoc loysnir, sum nú er dagligur kostur, alt letur seg gera á pappírinum uttan at hugsa um djúpri avleiðingar, alt hetta tilsamans fer í roynd og veru spakuliga at máa støði undan einum sunnum vinnulívssamfelagi. Okkara dugnaliga sjófólk fer at royna eydnuna uttanlands – sjálvandi, samstundis, sum rópt verður um at fáa fólk heimaftur til alemnn arbeiðspláss.

2x2 er bert fýra á pappírinum
Tað er vanliga bert á pappírinum er 2x2 altíð fýra, men úrslitið av hesum kann í roynd og veru gerast annað. Hetta kann hava nógv størri ávirkan á samfelagið, um hesi eru visjónsrík íverksetanarfólk, sum skapa og geva øðrum arbeiði, heldur enn, at tey bara koma heim til almenn størv, sum hevur verið fyri stóran part.

Sum Dansk Industri tekur til: “Tað nyttar onki at tosa um vitan, um ikki framleiðslan fylgir við”! – Orsaka at eg sigi so, men Føroyar hava fingið fleiri og fleiri droymarar, sum fegnast um eitt tilfeingisgjald av fiskiríkidøminum, sum hesi ynskja sær frá hart trongdu vinnuni, heldur enn visjonerar íverksetarar. Eg sakni fleiri verulig útspæl frá Vinnuhúsinum. Tað er eisini harmiligt, at fiskavirkir á landi hava í mong ár havt tørv á at politiski- og embætismyndugleikin tekur henda part í álvara, serliga nú talan er um meiri viðgerð til útflutnings og visjón 2015.

Fólkaflokkurin mótvegis “liberalsosialismu”
Sum borgarligur Fólkafloksmaður, eri eg errin av mínum borgarliga flokki. Flokkurin “rýmdi ikki úr samgonguni”, sum onkur sigur, men dugdi at síggja, at her fer at enda galið, og tí ikki kundi vera við til hesa sosialistisku planbúskaparligu leiðina og orrustum ímóti okkara vinnulívi og soleiðis arbeiðsmarknaði, sum nú er.

Liberali Sambandsflokkurin er so liberalur, at alt letur seg gera, eisini at vera brúktur av sosialistiska Tjóðveldi.

Sannleikin er, at núsitandi sosialistiski meirilutin, sum rekur land okkara, er við at “kvørkra hønuna við gulleggunum spakuliga”. Alt kann tykjast heppið frá landsstýrisins síðu saman við Tjóðveldi í ovfarakæti ella efouri at sita og fegnast um tær 80 mió. krónurnar, sum í næstu framtíð fer út í almennan rakstur, verður byrjan til endan, um ikki ein broyting kemur í politiska landslagið.

Okkara unga og dugnaliga fólk á sjógvi og landi fer heldur út í heim at “vinna sær gull”, enn at liggja og berjast við stutthugsaðar ad-hoc loysnir her á landi.