Verður grindadráp verða vit askoðarar

Tað sigur Pete Bethune, sum er her á svenskum visitti. Hann kom í gjárkvøldið, men fer longu av landinum aftur í morgin.

Umstríddi New Zealendarin var í Føroyum í februar saman við Ady Gill, og tá hitti hann millum annað Pál Weihe. Um hetta er orsøkin skal verða ósagt, men sum Pete Bethune nú tosar – í hvussu er í Føroyum – so er tað í førinum Føroyar dálkingin av grindahvalinum, sum hann fyrst og fremst stríðist ímóti.

- Lat meg gera tað greitt, at eg eri ímóti grindadrápi, men tit hava í løtuni ein størri trupulleika enn bara tað. Grindahvalurin er so illa dálkaður, at hann er ikki mannaføði, og tað er hetta, vit fyrst og fremst vilja varpa ljós á, segði Pete Bethune á Rás2 fyrrapartin.

Hann avsannaði eisini staðiliga, at hann var vorðin djóraverndarstríðsmaður orsakað av pengunum.

- Eg brúki meginpartin av mínum egnu pengum til at verja djórini, og tað er ovurhondstungt at savna pening inn til tey tiltøk, vit skipa fyri. Vit eru nógv úti um okkum í Afrika, og eitt einstakt tiltak har kann kosta so mikið sum 150.000 dollarar. So um aðrir felagsskapir eru í hesum fyri pengarnar skuld, so eru vit tað ikki, staðfesti Pete Bethune.