Verður fullsett á Hálsi

At kalla øll atgongumerkini, sum vórðu sett til forsølu, eru burtur, og við dyrnar í kvøld verða tey seinastu 200 atgongumerkini seld Eftir eina framúr framførslu á Tvøroyri í gjár eru Magni Christiansen og Bellamy Brothers til reiðar at fara á pallin í høllini á Hálsi í Havn í kvøld.

Sum skilst, so var ætlanin, at talan skuldi verða um sitikonsert í gjár, men longu meðan Magni var á palli, stóðu øll uppi, og hetta helt sær, til seinastu tónarnir frá Bellamy høvdu ljóðað siga fyrireikararnir.

Til konsertini í kvøld vórðu 1400 atgongumerki sett til forsølu, og nú fyrireikararnir hava gjørt upp, eru bert 23 av hesum eftir. Hesi verða saman við 200 atgongumerkjum seld við dyrnar í kvøld, og byrjar tann forsølan klokkan 20.15.

Sjálv konsertin byrjar klokkan 21, tá Magni fer á pallin. Hann spælir í ein tíma, og klokkan 22.30 koma høvuðsmenninir - the Bellamy Brothers - so á pallin.

Eftir konsertina verður dansur við Country-bólkinum, og tá verður loyvt 250 fólkum afturat inn í høllina.