27 ára gamli maðurin, sum er afturhildin og skuldsettur fyri dráp av einari 11 ára gamlari gentu í Aasiaat í Grønlandi, skal mentalkannast. Hetta upplýsir Grønlands Politi yvirfyri Sermitsiaq í dag.
Løgreglan sigur, at skuldsetingin móti manninum stendur við, og málið verður framvegis kannað sum drápsmál, eins og maðurin fyribils verður afturhildin fram til hin 27. januar.
Mentalkanningin skal gerast í Danmark, og hetta plagar at taka nakrar mánaðir.
Løgreglan upplýsir, at tey hava savnað nógv teknisk spor, sum nú eru send til Danmarkar, har tað er National Kriminalteknisk Center, ið stendur fyri kanningunum.
- Nógv vitni eru avhoyrd, og løgreglan hevur savnað nógv vakmyndatilfar, verður lagt aftrat.
Tað var hin 26. november í fjør, at hin 11 ára gamla gentan varð eftirlýst. Einar tveir tímar seinni varð líkið av henni funnið við trappurnar millum KJ Greenland Aasiaat og gøtuna, Wille Brandtsvej.