Tá eg sat og setti meg inn í hetta samgonguskjalið, sum samgongan hevur sett út í kortið, kundi eg neyvan annað enn frøast, tí nú skal eitthvørt henda innan føroyska mentunarøkið.
Men, fer tað nú tað?
Sum so mangan áður, so er nógv tosað og lovað, men er nøkur meining og nakar vilji at fremja neyðugu broytingarnar?
Drukna øll onnur mentunarlig átøk í útbúgvingarligum ætlanum – ella hvat skulu vit vænta okkum?
Tað er fínt við útbúgvingingum, men vit mugu ansa eftir, at sjálv mentanin og samleikin ikki ikki fara fyri bakka.
Alt snýr seg jú um okkara felags samleika, og tí má alt innan mentanarøkið fara upp í eina hægri eind, so vit ikki bara kasta okkum yvir eina ætlan, men taka atlit at øllum metanarliga økinum.
Neyðugt er neyvan við fleiri orðum – hvat kunnu vit vænta okkum?
Gevið nú tónleikinum ein virðiligan kjans!










