Tá Jógvan Martin Olsen fyri tveimum vikum síðani boðaði frá, at hann nú gavst sum føroyskur landsliðsvenjari, segði hann samstundis, at hann næstu vikurnar tók endaliga støðu til, hvar framtíð hansara innan fótbóltin liggur.
Tann avgerðin er nú tikin, men enn vil Jógvan Martin ikki siga, hvat hetta inniber.
- Tað vóni eg, at eg kann fráboða ein av fyrstu døgunum. Men eg kann siga somikið, at talan er um felag í Føroyum. Eg hevði onkrar møguleikar uttanlands, men hetta er í løtuni sett á stand-by, tí støðan hjá sum feløgunum er rættiliga óstabil. Men sum nú er, so verður Jógvan Martin Olsen venjari í Formula-deildini í 2009, segði nú fyrrverandi landsliðsvenjarin eftir dystin mikukvøldið.