Verður ein stór avbjóðing fyri Atlantsflog

Jóhanna á Bergi er ikki vís í, at tað er tveimum flogfeløgum lív lagað á Danmarksrutuni.

 

- Hetta verður ein ordilig avbjóðing fyri okkum, sigur Jóhanna á Bergi, nú SAS næsta ár fer at flúgva millum Keypmannahavn og Vágar.

 

Hóast talan bara er um ein túr um dagin hjá SAS, so vísir Jóhanna á Bergi á, at talan er um ein stóran vøkstur í útboðnum av ferðaseðlum.

- Tað eru um 180.000 ferðandi um árið millum Keypmannahavn og Vágar. Eitt flogfar um dagin hjá SAS svarar til 120.000 setur. Sjálvandi leggur hetta eitt øgiligt trýst á okkum, sigur Jóhanna á Bergi.

Hon vísir á, at Atlantsflog hevur ein kapasitet á 260.000 setur millum Kastrup og Vágar, men selja kortini einans 180.000 av teimum. Við túrunum hjá SAS eru sostatt 380.000 flogferðaseðlar millum Vágar og Kastrup.

- SAS hevur boðað frá, at teir fara at koma við nýggjum ferðafólkum. Tá er tað løgið at síggja, at tað fyrsta teir gera, er at fara eftir businesskundunum í Føroyum, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Hon sigur, at Atlantsflog ikki hevur óttast kapping, men at tey ongantíð høvdu væntað, at SAS fór at leggja seg eftir Føroyarutuni.

- Tað undrar okkum, at eitt felag, sum vit hava havt so gott samstarv við, nú fer í beinleiðis kapping við okkum á okkara høvuðsrutu. Tað er eisini sera óvanligt av SAS at fara inn á so lítlar rutur. Men hetta vísir kanska, at SAS eisini er undir trýsti frá øðrum flogfeløgum á teirra egnu høvuðsrutum, sigur Jóhanna á Bergi.

 

- Vit hava vónað, at nýggj feløg skuldu byrja at flúgva til Føroya, men væntaði ikki, at tað fór at vera meir av tí sama. Vit vónaðu, at onkur heilt annar kom, í fleyg til onnur ferðamál og kundi lokka kundar hendanvegin, sum vit kortini ikki náa, sigur stórin í Atlantsflog.

 

- Vit eru kortini til dystin fús. Hetta verður ein stór avbjóðing, men vit halda, at vit hava kappingarførar prísir. Vit hava bygt upp aðrar marknaðir, við Norður og Sól-rutunum. Tað gongur væl, ikki við rúkandi ferð, men ein nátúrligur vøkstur hevur verið. Nú mugu vit so taka kampin upp á okkara høvuðsrutu eisini.