Danski verjuleikarin, Jannik Vestergaard, hevur í eina tíð verið settur í samband við eitt skifti úr týska felagnum, Borussia Mönchengladbach, har hann hevur spælt seinasta hálva fjórða árið.
Sky Sports sigur seg vita, at Premier Leauge-felagið, Southampton, er tilreiðar at rinda 151,5 milliónir krónur fyri 25 ára gamla Jannik Vestergaard, sum er uppvaksin í Brøndby IF, men skifti til týska Hoffenheim í 2010.
Um skiftið gerst veruleiki, sum Sky Sports væntar tað verður seinni í vikuni, so gerst Jannik Vestergaard dýrasti danski spælarin í søguni. Dýrasti higartil er Thomas Delaney, sum nýliga skifti úr Werder Bremen til Borussia Dortmund fyri 150 milliónir krónur.
Dýrastu donsku leikararnir:
1. Thomas Delaney, Werder Bremen til Borussia Dortmund – 150 milliónir krónur
2. Pierre Emil Højbjerg, Bayern München til Southampton – 115 milliónir krónur
3. Jannik Vestergaard, Werder Bremen til Gladbach – 105 milliónir krónur
4. Christian Eriksen, Ajax til Tottenham – 101 millión krónur
5. Simon Kjær, Palermo til Wolfsburg – 101 millión krónur
Kelda: Ekstrablaðið