Verður býtt í drápspartar

Teir gott og væl 50 springararnir, ið løgdu beinini í Skálafirði í kvøld, verða býttir millum teirra, ið luttóku í drápinum í kvøld.

 

Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at tað verður ikki nógv í part, tí tað vórðu so nógv fólk við í drápinum, men tað verður roynt at býta tað sum frægast.

 

Enn er ikki heilt vist nær seðlarnir koma út, men væntandi verður tað umleið á midnátt, sigur Jacob Vestergaard.