Verður bíligari at nýta Vágatunnilin

Prísurin fyri at nýta fasta sambandið um Vestmannasund verður broyttur, áðrenn tunnilin verður tikin í nýtslu 10.desember. Sosialurin hevur skilt, at talan verður um at lækka prísin umleið 20 prosent. Hóast nevndarformaðurin í P/F Vágatunnilin ikki hevur viðmerkingar til hesa lækking, so váttar Klæmint Weihe, at grundarlag er fyri at broyta prísin.

Tá Vágatunnilin verður tikin í nýtslu 10.desember, verður tað við øðrum prísum enn teimum, sum P/F Vágatunnilin higartil hevur lýst við. Tað ber til at staðfesta eftir nógva fundarvirksemið á ymsum stigum, síðan almenna partafelagið kunngjørdi prísin fyri smáum tveimum vikum síðan.
Fríggjadagin var fundur millum nevndina í P/F Vágatunnilin og Bjarna Djurholm, landsstýrismann, har nevndin skuldi útgreina, hvørjar útrokningar og hvat grundarlag, prísirnir, ið vóru kunngjørdir tann 14.november, byggja á. Mikudagin skal nevndin so aftur á fund við Bjarna Djurholm, har nýggjar útrokningar skulu á borðið.

Úr 285 upp í 337
Tiðindini, sum fram um onnur hava fingið nevndina í P/F Vágatunnlinum úr stólinum, er uppgerðin hjá Strandferðsluni, ið vísir, at í meðal hevur stovnurin flutt 337 bilar um dagin aftur og fram, um Vestmannasund.
Uppgerðin byggir á skrásetingar av bilum umborð á Ternuni, og vóru fyrstu ferð frammi í Sosialinum mikudagin og sama dag í kjaksendingini Sostatt í Útvarpinum. Men hóast skiparin á Ternuni skrásetur tølini so hvørt, og tískil alla tíðina hevur neyv tøl fyri siglingina, túr fyri túr, dag fyri dag, mánað fyri mánað, so gjørdust tey ikki partur av málinum um prísásetingina fyri Vágatunnilin fyrr enn mikudagin í síðstu viku.
Klæmint Weihe, nevndarformaður í P/F Vágatunnilin, sigur, at hann hvakk við, tá hann frætti um tølini í fjølmiðlunum. Hann sigur, at nýggju tølini gera, at neyðugt verður at endurskoða útrokningargrundarlagið fyri prísásetingini.
Spurdur, hví P/F Vágatunnilin ikki sjálvt hevur útvegað sær hesi tøl hjá Strandferðsluni fyri langari tíð síðan, sigur Klæmint Weihe, at partafelagið hevur havt trupult við at fáa tøl frá Strandferðsluni.
- P/F Vágatunnilin hevur biðið um tøl frá SL fleiri ferðir, men tað hevur verið trupult at fáa tøl frá Strandferðsluni. Tað seinasta vit fingu var ein lang útskrift frá billett-skipanini hjá stovninum, ið vit so sjálvi kundu telja saman, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í P/F Vágatunnilin.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, hevur heilt aðra áskoðan enn nevndarformaðurin í P/F Vágatunnilin. Hann førir fram, at P/F Vágatunnilin als ikki hevur tikið Strandferðsluna við upp á ráð, hóast stovnurin í dag hevur alla sigling um Vestmannasund, hevur øll tøl yvir flutning um sundið, og tískil eisini skuldi dugað at mett um ferðsluna.
- Eg haldi tað vera løgið, at P/F Vágatunnilin í sínum útrokningum yvir ferðsluna skal nýta gomul tøl. Hvat við at spyrja okkum eftir nýggjum tølum, spyr Reidar Nónfjall. Stjórin á Strandferðsluni leggur afturat, at eftir hansara tykki hevur nevnd og leiðsla í P/F Vágatunnlinum als ikki ynskt at samstarva við Strandferðsluna, tá leiðslan hevur gjørt sína meting av ferðsluni um Vestmannasund.
Klæmint Weihe sigur, at tølini yvir ferðsluna, ið P/F Vágatunnilin hevur nýtt sum grundarlag fyri sínum útrokningum eru fyri 2001. Hesi tøl vísa, at í meðal fara 285 bilar aftur og fram um sundið um dagin, og út frá hesum roknaði P/F Vágatunnilin við einum ferðslulopi, so ferðslan økist upp í 350 bilar um samdøgrið. Men sum nevnt vísa tølini hjá SL, at higartil í ár hevur stovnurin í meðal flutt 337 bilar aftur og fram dagliga um sundið.
Hvat er farið fram og ikki, so ber í øllum føri til at staðfesta, at samskifti og samstarvið millum P/F Vágatunnilin og Strandferðsluna ikki hevur verið á nøktandi støði, tá bilatalið um sundið, ið má sigast at vera rættuliga viðkomandi fyri ásetingina av prísinum at nýta undirsjóvartunnilin, nú verður broytt í tólvta tíma.

Verður bíligari
Klæmint Weihe, nevndarformaður í P/F Vágatunnilin, sigur, at nú nýggj tøl yvir ferðsluna liggja á borðinum, veðrur neyðugt at endurskoða prísin. Og nýggju tølini vóru eisini umrødd á fundinum, ið nevndin í P/F Vágatunnilin hevði við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnu- og samferðslumálum, fríggjadagin.
Umframt at nýggju tølini yvir ferðsluna um Vestmannasund vóru umrødd, so varð eisini umrøtt, hvørt P/F Vágatunnilin kann spara pengar á rakstrarsíðuni. P/F Vágatunnilin hevur mett, at neyðugt er at krevja 20 milliónir krónur inn í nýgslugjaldi árliga; 13 milliónir til at gjalda skuld, meðan sjey milliónir skulu krevjast inn til rakstur og víðlíkahald av tunnlinum.
Bjarni Djurholm sigur, at talan verður ikki um at flyta rakstrarútreiðslur frá P/F Vágatunnilin yvir í landskassan. Skal hetta gerast, so verður neyðugt at broyta anlegslógina fyri Vágatunnilin, umframt at pengar skulu finnast á fíggjarlógini. Og pengar eru í øllum føri ikki at heinta í vinnumálaráðnum, sigur Bjarni Djurholm.
Í staðin er greitt, at nevnd og leiðsla fyri P/F Vágatunnilin skal inn og hyggja at rakstarasíðuni av nýggjum fyri at finna útav, um onkrar útreiðslur kunnu minkast ella møguliga sparast burtur. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at P/F Vágatunnilin ikki sjálvt skal útvega sær amboð og fleiri starvsfólk til ymsar viðlíkahaldsuppgávur, men ístaðin keypa tær uttanifrá. Kannast skal nú, hvørt tað møguliga ber til at gera nakrar av hesum uppgávum bíligari enn upprunaliga mett. Men Bjarni Djurholm ger samtíðis greitt, at hildið verður fast við upprunaliga konceptið, har allar útreiðslur og rakstur liggja hjá partafelagnum.
Landsstýrismaðurin og Klæmint Weihe, nevndarformaður í P/F Vágatunnilin, ásanna tó báðir, at ringt verður at skerja rakstrarútreiðslurnar munandi eftir hesum leisti. Harumframt er her talan um arbeiði, ið ikki ber til at gera eftir einum degi. Tískil verður tað fyrst og fremst broyttu tølini fyri ferðsluna um sundið, ið koma at hava ávirkan, tá nýggjur prísur skal ásetast.
Sosialurin hevur fingið at vita frá keldum, at helst verður talan um eina príslækking upp á umleið 20 prosent. Hvørki nevndarformaðurin ella stjórin í P/F Vágatunnilin ynskja tó at gera viðmerkingar til upplýsingarnar. Og heldur ikki Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur viðmerkingar til príslækkingina.
Klæmint Weihe, nevndarformaður í P/F Vágatunnilin, vil tó siga so mikið, sum at prísurin verður broyttur.
- Eftir at vit hava fingið nýggju tølini yvir ferðluna um Vestmannasund mugu vit nú fara at kanna tey nærri, millum annað fyri at finna út av, hví talið er so nógv hægri enn okkara tøl. Men eg vænti tó, at grundarlag er fyri at broyta prísin, sigur Klæmint Weihe, sum tó ikki vil siga nakað um, hvussu stóra príslækking, talan verður um.
Sum kunnugt skal undirsjóvartunnilin takast í nýtslu 10.desember. Nevndarformaðurin í P/F Vágatunnilin væntar, at broytti prísurin verður galdandi frá fyrsta degi.
Nevnd og leiðsla fyri P/F Vágatunnilin skal aftur á fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann, mikudagin.