Klokkan ellivu í kvøld okkara tíð verður amerikanarin Cleve Foster tikin av døgum í einum fongsli í statinum Texas. Tað verður gjørt við einari sproytu við evninum pentobarbital, sum danska fyritøkan Lundbeck hevur gjørt.
Cleve Foster tann fimmti amerikanarin og tann fyrsti í Texas, sum verður avrættaður við donskum heilivági. Tað sigur samskiftisstjórin hjá Lundbeck, Anders Scrholl, við TV2.
-Vit fylgja málinum gjølla, og vit hava roynt at forða fyri hesum. Vit hava verið í sambandi við myndugleikarnar í statunum Oklahoma, Ohio og Texas og sagt teimum, at vit eru harðliga ímóti, at teir brúka okkara heilivág til eitt sovorðið endamál, sigur hann.
Cleve Foster er dømdur til deyða fyri at hava neyðtikið og myrt eina kvinnu fyri 10 árum síðani. Sjálvur sigur hann seg vera ósekan.