Verð statistur á G!

Verður tú á sandinum í Gøtu tá G! Festivalurin verður í summar, kanst tú enda sum statistur í filminum um Buzz Aldrin Ein av senunum í sjónvarpsrøðini um bókina ?Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet? eftir Johan Harstad, skal takast upp av pallinum á G! Festivalinum í ár.

Um bókina kann sigast, at Mattias varð føddur sama dag sum fyrsta mánalendingin var og av somu orsøk bleiv austronauturin Buzz Aldrin alter ego hjá Mattias. Tað stutta av tí langa er, at hann endar í Føroyum og á G! Festivalinum, har hann er ljóðmaður hjá bólkinum Perkleiva. Perkleiva eru í bókini bidnir um at vera headliners á G!.

Og júst á G! Festivalinum skal ein av senunum upptakast. Allir festivalluttakararnir við atgongumerkjum vera statistar í filmsrøðini um bókina ?Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?. Ætlanin er at nakrar senur skulu upptakast millum konsertirnar, og tað er tá, at festivalluttakararnir skulu vera statistar í sjónvarpsrøðini úr bókini ?Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?.