Kroppur, sál, útsjónd og sex eru bert nakað av tí, sum verður á skránni, tá ið kvinnukvøld verður í Rex 3. mars. Ver Qvinna við stórum Q er heitið á tiltakinum.
Nú bjóðar Rex aftur til kvinnukvøld, við øllum, sum hartil hoyrir.
-Upplýsandi fyrilestrar, matur, drekka, live tónleikur, stílfull sýning av tí nýggjasta, og sushi, drinks, kappingar og annað verður á skránni, siga fyrireikarar.
Nakað av tí, tú kanst uppliva 3. mars, er:
- Hárstylistur frá Royal greiðir frá vár-hármótanum (Hon velur kvinnu frá fjøldini, sum fær hár-makeover sama kvøld)
- Make up-artistur frá Make Up Store greiður frá vársmyrslinum
- Tveir stylistar greiða frá, hvussu stílurin broytist, og kann broytast eftir aldrinum
-Kostserfrøðingur og fitnessinstruktørur tosar um, hvussu vit eta og liva sunt við venjing. Hvussu nógv vit eiga og kunnu eta, og hvussu nógv vit eiga at røra okkum, um vit vilja lætna ella vilja hava eina meira
vøddamiklan, sunnan og markeraðan kropp
- Sálarfrøðingur greiður frá mindfulness workshop fyri pør
- Umboð frá Elin.fo greiða frá hvørja ávirkan leikur og nógvu royndirnar og ummælini hava havt á kynslívið
- Sexologur vísur nýggjastu vøruna frá marglætismerkinum Lelo og Je Joue.
- Sýning við Klivanum, Gelluni, Royal og Make Up Store
- Etika bjóðar ábit í steðginum. Rex bjóðar sjampanju.
Meira kunning um tiltakið kemur á facebook-síðuna hjá Rex.









