Ver nú sakligur Hermann Oskarsson !

Líkt er til, at Hermann Oskarsson seinastu tíðina hevur lagt seg eftir at skjóta alt, sum eg komi við, til “devils og til dólg.” Eru vit í Fíggjarmálaráðnum bjartskygd um fíggjarvánirnar, so sigur Hermann, at tað gongur av skriðuni til. Siga vit hin vegin, at enn eru mjørk skýggj tíverri at hóma, ja so er boðskapurin frá Hermanni, at vit standa beint framman tí heilt stóra “boominum.”

Hetta er sjálvandi undirhaldandi, men neyvan fær almenningurin nógv annað burtur úr tí. Tað er eisini í fínasta lagi, at Hermann við síni vitan og sínum drúgvu royndum setur sínar atfinningar fram, men ein fortreyt má tó altíð vera, og tað er, at tað er fakliga undirbygt og ikki bara rein “massakra.”

Hermann var ikki sakligur, tá hann tórskvøldið í Degi og Viku umrøddi uppskotið hjá landsstýrinum um at leggja tilfeingisrentuskatt á fiskivinnuna og alivinnuna

Málið hjá landsstýrinum hevur mongu seinastu árini verið at breiðka um skattagrundarlagið. Hetta merkir, at man vil fáa fleiri herðar at bera byrðarnar, soleiðis at byrðan hjá tí einstaka ikki verður alt ov tung.

Uppskotið hjá landsstýrinum er eitt lið í hesum arbeiði, tað er eingin loyna yvirhøvur. Her er talan um ein sera lítlan skatt uppá 3,5 %, sum verður lagdur á tilfeingisrentuna.

Hetta er ein skattur av tilfeingisrentuni. Tilfeingisrenta er tann servinningur, ið fæst av, at eitt tilfeingi er avmarkað. Ikki er óvanligt at leggja skatt á tilfeingisrentu í øðrum londum. Eisini í okkara egnu lóggávu kenna vit eitt annað dømi um skatt á tilfeingisrentu, nevnlig í oljuskattalógini, har álagdur er ein tilfeingisrentuskattur á oljuvinnuna, um olja verður funnin í Føroyum.

Tey, ið virka í fiskivinnuni, hava fingið ein rætt at fiska, ið onnur ikki kunnu fáa. Tey, sum virka í alivinnuni, hava fingið ein rætt at troyta firðirnar, sum onnur ikki kunnu fáa. Tí er tað heldur ikki órímiligt, at tey skulu gjalda ein lítlan serskatt uppá 3,5 %, tá tey fáa serliga stórar vinningar

Hermann, tú kallar hetta eina revsing av teimum, sum klára seg væl. Her mistekur tú teg. Hetta er als ikki nøkur revsing, men ein skattur á serliga stórar inntøkur. Og var talan um revsing, so hevði talan tó ikki verið um nakra harða revsing, bara 3,5 % av inntøkunum aftaná, at allar útreiðslur vóru drignar frá.

Í Degi og Viku seinasta hóskvøld eggjar tú nærmast til kollvelting. Tú kallar uppskotið um tilfeingisrentuskatt fyri skattastuldur. Tað er í sjálvum sær langt úti. Hvat so við vanligum felagsskatti, lønarskatti ella lønhæddaravgjaldi? Er tað stuldur?

Men finalan hjá tær í sjónvarpinum var í serflokki. Tú sigur, at tú als ikki skilur, at vinnan yvirhøvur letur tað ganga. Tú skilur ikki, at vinnan góðtekur hetta. Leggur tú her upp til reint anarki?

Tað hevur gjøgnum heimssøguna mangan verið eggjað til kollvelting. Men altíð hevur talan verið um, at tey ognarleysu skuldu fremja kollvelting móti teimum ríku. Men Hermann her vendir tú øllum á høvdið. Tú eggjar teimum ríku, ið vinna 10 og 100 tals milliónir at fremja kollvelting móti landsmyndugleikunum, tí tey til landshúsarhaldið skulu gjalda ein tilfeingisrentuskatt uppá 3,5 % av sínum vinningi.

Eg segði á tíðindafundinum, og tað er eisini nevnt aðrastaðni, at okkara uppskot til tilfeingisskatt er ivaleyst ikki tað mest optimala, tí tað fremur onga tillaging av fiskiflotanum. Eg segði eisini, at vit bert skulu hava hetta uppskotið í eitt ár, og at vit frá 2012 skulu hava eitt støðugt tilfeingisgjald.

Eg hevði satt at siga roknað við, at tú, sum næstan einsamallur hevur staðið í oyðimørkini og rópt um tilfeingisgjald, onkursvegna fór at fegnast um, at nú er brostið fyri nev – men gakk. Eg hevði í mínari góðu trúgv roknað við, at tú fór at siga, at hatta var eitt rímiligt fyrsta stig.

Tillaga flotan, jú sjálvandi skulu vit tað. Men skal Fíggjarmálaráðið við skatti taka sær av hesum, ella kundi tað hugsast, at Fiskimálaráðið gjøgnum sína lóggávu setti eina tillaging í verk? Hetta eru spurningar, sum eg fegin vil kjakast um.

Skulu vit veruliga hava kollvelting her í landinum Hermann, so mugu vit hava okkurt frægari í skjøldrinum enn ein evarska lítlan tilfeingisrentuskatt upp á 3,5%.