Verðin er ikki so skilagóð

Húðsemi eitur nýtt yrkingasavn eftir Tórodd Poulsen

 

ÚTGÁVA

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út nýtt yrkingasavn eftir Tórodd Poulsen. Tað eftur Húðsemi. Speiskar eygleiðingar samansjóðaðar við djúphugsni mynda eitt sterkt yrkingasavn. Leita verður eftir bara einum evarkalítlum at trúgva upp á í einum heimi við ov nógvum høpi. Sum vant vendir og snarar høvundurin bæði spurningum og málinum, so grundarlagið fer at rilla undir lesaranum. Svør eru at kalla eingi, men tað er heldur ikki tað, sum tað snýr seg um, men ístaðin at seta teir røttu spurningarnar. Verðin er ikki so skilagóð, sum hon letst, og tað vísir Tóroddur uppá næstan 90 ymiskar mátar.

Permuna á savninum hevur Ova gjørt. Savnið er 95 blaðsíður og kostar 140 krónur.