Verða stevnd við brestin

Leggja portørarnir í Starvsmannafelagnum arbeiðið niður, verða teir stevndir fyri gerðarrætt beinanvegin, sigur leiðarin í lønardeildini í fíggjarmálaráðnum

- Leggja portørarnir í Starvsmannafelagnum arbeiðið niður, er tað ólógligt.

Tað staðfestir Snorri Fjallsbak, leiðari í lønardeildini í fíggjarmálaráðnum.

- Hendir tað seg, at teir leggja arbeiðið niður, vænti eg, at teir verða stevndir fyri fasta gerðarrættin beinanvegin, sum eitt mál, ið hevur skund.

Snorri Fjallsbak sigur, at fasti gerðarrætturin kann taka skjótar avgerðir, tá ið tað krevst og hann sigur, at fer fíggjarmálaráðið at dúva upp á í hesum føri.

Hann sigur, at Fíggjarmálaráðið fer undir ongum umstøðum at samráðast við fleiri fakfeløg um sama sáttmálaøkið.

- Vit hava samráðst við Havnar Arbeiðsmannafelag í yvir 30 ár og vit leypa ikki frá eini avtalu við felagið og sostatt verður tað Havnar Arbeiðsmannafelag, sum varðveitir samráðingarrættin fyri portørarnar, sama um meirilutin er limur í Starvsmannafelagnum ella ikki.

Tí eigur Havnar Arbeiðsmannafelag søguligan samráðingarrætt fyri portørarnar og tað

verður ikki fyrrenn hvør einasti portørur er farin úr Havnar Arbeiðsmannafelag yvir í Starvsmannafelagið, at samráðingarrætturin fylgir við.

- Tað er Havnar Arbeiðsmannafelag, sum er okkara sáttmálapartur í hesum føri.

- Hendir tað, verður tað torført hjá Havnar Arbeiðsmannafelag at tvíhalda um samráðingarrættin.

Merkir tað, at so leingi bara ein einasti portørur er eftir í Havnar Arbeiðsmannafelag, verður samráðingarrætturin ikki fluttur yvir í Starvsmannafelagið?

- Ja, faktiskt, sigur Snorri Fjallsbak.

Men gevur Havnar Arbeiðsmannafelag sjálvboðið samráðingarrættin frá sær, er støðan ein onnur.

Samstundis Snorri Fjallsbak, at samráðingar eru í løtuni við Havnar Arbeiðsmannafelag um nýggjan sáttmála fyri portørarnar.

Sáttmálin er annars ikki uppsagdur, men hann var úti 1. oktobur, men heldur fram, so leingi hann ikki er uppsagdur og so leingi nýggjur sáttmáli ikki er gjørdur.

Les eisini greinina: Í morgin kann alt henda.