Verða lidnir flaggdagin

? Flaggdagin fáa toftamenn og vestmenningar hvør sín lítlan trolarar

Skipasmíð

Teir síggja ikki út av so nógvum, har teir standa innast í byggihøllini á skipasmiðjuni í Havn, meiri og minni innballaðir.
Men tað eru altso tveir smáir trolarar, sum standa har.
Ætlanin hevur alla tíðina verið, at teir skulu verða lidnir flaggdagin 25. apríl og tað er framvegis ætlanin.
Talan er um tveir smáir trolarar, sum skulu trola á landleiðini.
Annar trolarin kemur í flotan fyri Hansu Mariu á Toftum og hin kemur ístaðin fyri Dúgvuberg í Vestmanna.
Trolararnir kosta góðar 10 milliónir, hvør. Teir eru slakir 20 metrar langir og 100 bruttotons.

Skrokkar úr láglønarlondum
Hóast tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum smíðar trolararnar, koma skrokkarnir langvegis frá, tí teir eru nevniliga smíðaðir í Gdansk í Póllandi.
Ì heyst vórðu skrokkarnir sleipaðir til Føroyar, og síðani vórðu teir tiknir upp og settir inn í byggihøllina á Skipasmiðjuni, har teir verða gjørdir lidnir.
Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at hetta er nakað, sum vit mugu lata okkum lynda, at skipabygging stendur fyri stórum broytingum.
? Ikki bara hjá okkum, men í øllum vesturheiminum er gongdin tann í sambandi við skipasmíð, at skrokkarnir verða smíðaðir í Póllandi og øðrum láglønarlondum.
Hann sigur, at tað krevur nógvar arbeiðstímar at smíða ein skipsskrokk og tí er tað alt ov dýrt at gera tað í Føroyum og í vesturheiminum sum heild.
? Kostnaðarstøðið í Føroyum og í vesturheiminum annars, ger, at alt arbeiðið, sum krevur nógvar manntímar, endar í láglønarlondum.
Gunnar Mohr sigur, at hóast tað í hesum føri er talan um smáar bátar, hava reiðararnir spart eina milliónaupphædd við at lata skrokkarnar gera í Póllandi, afturímóti at gera teir í Føroyum, so tað er rættiliga stórur munur á.
? Hetta er ikki ein gongd, sum vit hava nakra ávirkan á, tí tað er ongir aðrir møguleikar, skulu vit vera kannpingarfør.
? Hetta er ein arbeiðsmáti, sum riggar væl og tí verður hetta gongdin framyvir, leggur hann afturat.
Stjórin á Skipasmiðjuni sigur, at avleiðingin av hesum er, at hetta slagið av handverki er minkað munandi her um okkara leiðir.
Sjálvandi verður altíð brúk fyri slíkum handverkarum til umvælingar og smærri arbeiði, men tey stóru arbeiðini á hesum øki, verða trupul at fáa hendavegin í framtíðini.
Men hóast skrokkarnir verða gjørdir uttanland, er nógv arbeiði eftir og á Skipasmiðjuni hava teir arbeitt fast uppá trolararnar síðani í november.
Gunnar Mohr sigur, at nú er meiri tómligt í ordrabókunum hjá skipasmiðjuni. Ongin nýbygging er á skránni, so tað eru bara umvælingar at dúva uppá.
? Kortini eru onkur skip í væntu, sum skulu á skipasmðjuna til umvælingar.
Eini 150 fólk arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju.