USA fer ikki at taka sínar hermenn úr Irak í bræði, sigur George W. Bush, forseti.
Í einari røðu fyri gomlum hermonnum í statinum Missouri fyrrakvøldið segði Bush, at tað fer at taka drúgva tíð at broyta eitt samfelag sum tað irakska frá einaræði til demokrati.Hann vísti á, at støðan var tann sama aftan á seinna heimsbardaga, tá viðurskiftini í Týsklandi og Japan skuldu broytast. Eisini tað tók tíð, segði forsetin.
-Men tann orka, sum vit løgdu í tað arbeiðið, varð afturgoldin fleiri ferðir, tí teir, sum fyrr vóru okkara fíggindar, eru í dag okkara sameindu og okkara vinir, segði amerikanski forsetin í røðuni.










