Fólkatalið í Føroyum veksur skjótt fyri tíðina. Sambært Hagstovuni hevur seinasta árið havt størstu fólkaøkingina við sær síðan stóru fráflytingina frá 1989-95.
Millum 01. september í fjør og 01. september í ár, er fólkatalið vaksið við 702 fólkum. Fólkatalið 01. september var 49.615 og við verandi gongd fer fólkatalið væntandi uppum 50.000 í næsta ár.
Í kreppuárunum, tá ringast stóð til, var ein miðal nettofráflyting á meir enn 1000 fólk um árið. Fráflytingin minkaði miðskeiðis í 90unum og byrjaði at venda tíðliga í 00unum. Rættulig vend kom í fyri eini trimum síðani. Bæði økt tilflyting og burðaravlop eru orsøkir til stóra fólkavøksturin.
Tað er størri øking í konufólkum enn mannfólkum. Tað eru fleiri dreingir føddir, men fleiri konufólk flutt heimaftur og færri kvinnur deyðar. Tilsamans eru tað 46 fleiri kvinnur enn menn í fólkavøkstrinum.
Stóra fráflytingin í august er eisini minkandi. Vanliga er ein stór fráflyting í august, tá ung fólk fara av landinum at lesa. Talið í ár var ein fráflyting á 166, í mun til eitt vanligt miðal á 250-300 fólk.
Í fólktalið er tað Tórshavnar kommuna, ið veksur nógv skjótast. Har hevur økingin seinasta árið verið 440 fólk, ið er ein øking á 2.2%.
Størsta økingin í prosentum er hend í Kunoyar kommunu við 10.1%, ið er 13 fólk fleiri enn seinasta ár.
Av teimum stóru økjunum, er tað bert í Sandoy, at fólkatalið minkar. Í allari oynni minkaði fólkatalið við 13 fólkum, har størsta minkingin hevur verið heima á Sandi, har fólkatalið er minkað við 15 fólkum síðan 01. september í fjør.
Sí nýggjastu hagtøl um fólkatal her