1. Er ætlanin at minka talið av aðalráðum slept ?
2. Virkandi aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum hevur verið virkandi aðalstjóri í 1½ ár, hví hevur tað tikið 1½ ár áðrenn søkt varð eftir aðalstjóra til Fíggjarmálaráðið ?
3. Metir løgmaður at tað er nøktandi, at Fíggjarmálaráðið verður stjórnað av virkandi aðalstjóra og aðalstjóra við royndartíð í samanlagt 3½ ár ?
4. Hví er avgjørt, at nýggju aðalstjórarnir hjá Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum – uttan mun til hvørjar starvsroyndir hesir hava – skulu hava heili 2 ára royndartíð ?
5. Er hetta við 2 ára royndartíð eftir ynski frá landsstýrismonnunum Jørgeni Niclasen og/ella Johan Dahl, ella er hetta burturav ein fyrisitingarlig avgerð hjá Løgmansskrivstovuni ?
6. Er løgmaður samdur í, at tað kann ávirka arbeiðið og valdsbýtið millum aðalstjóra og landsstýrisfólk so leingi ein aðalstjórin virkar sum fyribils aðalstjóri ella í royndartíð ?
7. Hava onnur enn starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum møguleika at verða sett í aðalstjórastørvini, við teimum ítøkiligu krøvum (t.d. skal umsøkjarin hava hollan kunnleika til mál, arbeiðshátt, virkismentan og fakvitan hjá aðalráðunum), ið sett verða til umsøkjarar ?
8. Hví verða aðalstjórastørvini ikki áramálssett t.d. í 5 ár ?
9. Nú fyribils aðalstjóri eisini er í Heilsumálaráðnum, nær kann væntast at hetta starv verður lýst leyst ?
Viðmerkingar
Í 3 av 7 aðalráðum eru nú fyribilssettir aðalstjórar. Hetta er ein rættiliga óvanlig støða.
Men Løgmansskrivstovan lýsir nú eftir aðalstjórum til Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið. Hetta hendir tó fyrst eftir, at Fíggjarmálaráðið bert hevur havt fyribilssettan virkandi aðalstjóra í heili 1½ ár. Nú lýst verður eftir nýggjum aðalstjórum verður tó aftur talan um eitt slag av fyribilssetan, tí talan verður um royndartíð í 2 ár.
Hóast royndartíð verður brúkt, so kann hetta við fyribils setan kann vera óheppið, tí hetta ávirkar valdsbýtið millum aðalstjóra og landsstýrisfólkið í ávísan mun, og hetta kann aftur ávirka tað arbeiðið, ið aðalstjórin og landsstýrisfólkið fremja. Serliga óheppið er tað, tí tað kunnu vera landsstýrisfólk, ið ikki ynskja eitt sterkt fyrisitingarligt mót- og samanspæl, tí hetta forðar teimum í ávísan mun í, at skunda ófyrireikað og ósamanhangandi mál ígjøgnum.
Fíggjarmálaráðið hevur havt fyribils virkandi aðalstjóra í 1½ ár, og skal nú hava aðalstjóra í royndartíð í 2 ár. Tvs. at samanlagt verður talan um 3½ ár við “fyribilssettum” aðalstjóra. Hetta er ikki til fyrimuns fyri fyrisitingina ella føroyingar sum heild.
Í sambandi við, at størvini eru lýst leys undrar tað eisini, hví ein loysn við áramálssettum aðalstjórum ikki verður vald, eins og tað undrar, at krøvini til umsøkjarar eru so ítøkilig, at tað bert kunnu vera starvsfólk, sum í forvegin starvast í aðalráðunum, ið kunnu liva upp til treytirnar. Er hetta meiningin ? Og hvar bleiv tann lovaða nýskipanin av miðfyrisitingini og minkingin av talinum av aðalráðum av ? Nú tveir nýggir aðalstjórar skulu setast má væntast, at hesar ætlanir eru sleptar.
Fyri at fáa lýst hetta mál, verða hesir spurningar settir løgmanni, ið hevur evstu ábyrgd av landsstýrinum og setan av aðalstjórum.
Á Løgtingi, 20. august 2012