Verða betri

Hóast Stjørnan í gjár vann á Tjaldri, heldur Annika Ljósstein, at tær í Stjørnuni kunnu gerast uppaftur betri, tá tær eina ferð hava allar spælararnar til taks í senn.
– Vit í Stjørnuni eru sjálvsagt nøgdar við sigurin í dag, hóast tað enn manglar eitt lítið sindur í hjá okkum. Næstan alla tíðina hava vit verið onkrar spælarar fyriuttan, so vit verða heilt ótrúligar, tá vit eina ferð eru fullmannaðar, segði hon eftir dystin ímóti Tjaldri í gjár.
Samstundis er hon ikki í iva um, at Stjørnan og Tjaldur hava klárt tey bestu kvinnuliðini, tí tey – í mun til hini feløgini – hava raðfest kvinnuhondbóltin.
– Av tí at so stórur munur er á hesum báðum liðunum og restini, eru dystirnir ímóti Tjaldri nógv stuttligari at spæla. Her eru nærdystir, javnari spæl og alt tað, sum ger tað stuttligt. Tað rokni eg við, at tær í Tjaldri eisini halda, sigur Annika Ljósstein.