Amerikanska tennisstjørnan Venus Williams hevur í kvøld boðað frá, at hon hevur tikið seg burtur úr ársins US Open-kapping orsakað av sjúku. Einki verður sagt um, hvør sjúkan er.
Tann 31 ára gamla Venus Williams, sum vann US Open í 2000 og 2001, skuldi í øðrum umfari møta Sabine Lisicki úr Týsklandi.
Fyrr í dag noyddist sviin Robin Söderling at taka seg burtur úr US Open-kappingini orsakað av sjúku. Harafturat noyddist írin Conor Niland at gevast í dystinum ímóti Novak Djokovic orsakað av mateitran.










