Seinasti filmurin, sum Roman Polanski hevur leikstjórnað, kallast ”La Venus à la Fourrure” – Venus í pelsi. Filmurin byggir á ein sjónleik við sama navni, sum David Ives hevur skrivað. Upprunaliga skal fyrsta skaldsøgan hjá Leopold von Sacher-Masoch hava ligið til grund fyri sjónleikinum.
Filmsútgávan av søguni var frumsýnd á filmsstevnuni í Cannes í fjør og vann fyrr í ár franska heiðursløn.
Filmurin snýr seg um ein leikstjóra, sum leitar eftir høvuðsleikara til ein sjónleik. Tá ið hann er á veg úr leikhúsinum eftir langan dag við royndum, kemur ein kvinna á gátt, sum til fulnar dugir leiklutin. Leikstjórin verður púra burtur í kvinnuni, og filmurin fylgir gongdini í forholdinum millum leikstjóra og høvuðsleikara.
Mathieu Amalric, sum er kendur sum skurkur í James Bond filminum Quantum of Solace, hevur leiklutin sum leikstjórin, og Emmanuelle Seigner spælir kvinnuliga høvuðsleiklutin. Emmanuelle Seigner er kona Roman Polanski og hevur spælt við í fleiri av hansara filmum.









