Línuskipið Venus landar í dag til Landingarmiðstøðina í Sørvági. Venus hevur 80-túsund pund, meginparturin ella 64-túsund pund er toskur, 14-túsund pund er svartkalvi.
Venus byrjaði túr 18. november, teir hava roynt á Rygginum.
Teir seinastu dagarnar hevur verið trupult at selt tosk, sagt verður at stórur saknur er í Kósavirkinum, men allur fiskurin hjá Venusi er seldur, tað var Faroe Seafood, sum keypti lastina.










