Fyri tveimum vikum síðani fekk línuskipið Venus úr Sandavági maskinskaða, meðan teir vóru til fiskiskap.
Skipið varð sleipað til Havnar, har tað varð staðfest, at brek var á umstýringini, samstundis sum aksilin eisini hevði fingið onkran snudd.
Tað vísti seg at vera trupult at fáa eykalutir til umstýringina. Einki var at finna hvørki í Føroyum ella í Noregi og tí mátti luturin gerast. hetta hevur tikið nakað av tí, men er nú fingið upp á pláss.
? Mánadagin kom so seinasti luturin og Venus verður liðugt umvældur móti endanum á vikuni, sig-ur Hálvdan Gudmundsen, reiðari.
Óhappið kom sjálvsagt illa við, tí fiskiskapurin var júst komin aftur á eitt rímiligt støði, tá óhappið hendi, men kortini heldur reiðarin ikki, at tað hevur verri enn ilt.
? Tað hevur viðrað illa hjá bátunum nú meðan vit hava ligið við bryggju, so í so máta vóru vit ikki so óhepnir, sigur hann.
Sum sagt, so væntar hann, at umvælingararbeiði verður liðugt síðst í vikuni og viðrar so fer Venus aftur til fiskiskap um vikuskiftið.