Venus kom á Sørvág tíðliga í morgun, teir landa til Landingarmiðstøðina í Sørvági. Venus byrjaði túr 4. oktober, teir hava roynt á Rygginum, veðrið hevur verið baldrut á túrinum, men teir hava hampuligan túr - um 70-túsund pund, harav 50-túsund er toskur og 13-túsund er svartkalvi., teir rokna við at selja fyri um 900-túsund krónur hendan túrin.
Tað hevur gingið væl hjá Venusi í ár, teir hava gjørt fleiri góðar túrar undir Íslandi, og eisini heilt góðar túrar á Rygginum. Hálvdan Gudmundsen reiðari sigur, at higartil í ár hava teir fiskað fyri slakar 12 mill. kr., tað er hann væl nøgdur við.










