Venus kom seinnapartin sunnudagin á Sørvág, við uml. 95-túsund pundum, rúmliga helmingurin er toskur og hin helmingurin svartkalvi og blálonga. Venus byrjaði túr 4. sept. teir hava roynt á Íslandsrygginum, har teir eisini royndu seinasta túr
Teir byrja at landa tíðliga mánamorgunin, Venus landar hvønn túr til Landingarmiðstøðina í Sørvági.