Vent í holuni hjá Tryggingarfelagnum

Seinastu árini hevur tryggingarvirksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar givið hall, men ársúrslitið í samtakinum hevur altíð verið bjargað av íløgunum. Í 2008 vendi alt á høvdið, tí tryggingarnar góvu avkast, men íløgurnar góvu eitt hall, sum er líka stórt sum alt avkastið seinastu fýra árini

TF-samtakið hevði í fjør eitt samlað hall á 359 milliónir krónur. Hetta er ein afturgongd á 443 milliónir krónur, um vit samanbera við 2007.

Eftir øllum at døma, er tað serliga íløguvirksemið, sum hevur givið eitt risa hall. Í tryggingarfelagnum góvu íløgurnar eitt hall á 88 milliónir krónur og íløguvirksemið í TF-holding gav eitt hall á 455 milliónir krónur. Hóast søguliga vánaliga úrslitið, so greiðir Gunnar í Liða, stjóri, frá, at felagið hevur eina sterka støðu, og at eginpeningurin framvegis er omanfyri eina milliard krónur.


Trygging loysir seg

Hóast stóra hallið, so eru ávísir glottar at síggja í virkseminum hjá fyritøkuni. Tryggingartekniska úrslitið gav nevniliga eitt rættiliga stórt avkast. Talan er um góðar 25 milliónir krónur, og hetta er bert ein dropi í hylinum av peningi, sum TF-samtakið hevur um hendi. Tó fegnast leiðslan sera nógv um hetta, tí tað er á fyrsta sinni í fleiri á, at trygging gevur avkast.

Tó skal takast við, at 2007 var eitt serligt ár, tí Athena og Hercules vóru tryggjaði av Tryggingarfelagnum Føroyum, og hetta gav eina heilt stóra útreiðslu. Men eisini eitt annað hevur spælt inn í avkastið av tryggingarvirkseminum. Prísirnir á tryggingunum eru hækkaðir heilt fitt seinasta árið, og hetta gevur eina rættiliga stóra meirinntøku.

Eisini fegnast fyritøkan, at samlaði marknaðarluturin hjá tryggingarfelagnum framvegis er 78 prosent, og hetta er ikki broytt seinastu árini.

Somuleiðis hevur felagið gjørt av at fara inn á íslendska marknaðin, og hetta hevur fyritøkan góðar vónir um.


Betri pensjón

Nýggja felagið í samtakinum, Betri pensjón, gevur framvegis hall, men hetta var eisini nakað, sum fyritøkan roknaði við.

Í ár hevði Betri pensjón eitt hall á 13 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er fyrsti heilársroknskapurin hjá fyritøkuni.

Ætlanin er, at Betri pensjón skal geva avkast um fimm ár, og TF-samtakið hevur stóra tiltrúgv til ein vøkstur í Betri pensjón.