Venjingin umborð á Norrønu liðug

Venjingin umborð á Norrønu endaði klokkan 12.57. Luttakandi partarnir fara at eftirmeta venjingina seinni í vikuni, men MRCC-støðin, sum samskipar bjarging á sjónum, er sum heild væl nøgd við átakið í dag

Norrøna var í dag karmur um eina venjing í sjóbjarging, sum MRCC-støðin skipaði fyri saman við Smyril Line.

Venjingin var bygd upp rundan um ein eld, sum skuldi vera umborð á skipinum, og har m.a. var neyðugt at flyta fólk á sjúkrahúsið.

Fyribils niðurstøðan hjá MRCC-støðini, sum samskipar alla sjóbjarging í føroyskum øki, er, at átakið í dag sum heild gekk væl. Allir partar, sum vóru við, fara seinni í vikuni at eftirmeta venjingina.

Luttakandi partarnir vóru MRCC, Tórshavn Radio, Smyril Line, Færøernes Kommando, Fiskiveiðieftirlitið, løgreglan, Sjúkraflutningstænastan, Tilbúgvingarstovan, bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters, Tórshavnar Sløkkilið, Norrøna, Hvidbjørnen, Brimil og Tjaldrið.

Endamálið við venjingini var eitt nú at venja samskiftið millum skaðastaðið og bjargingareindirnar umframt at venja mannagongdir hjá Smyril Line og Norrønu.