Venjingin gekk væl

Okkurt var, sum arbeiðast skal við, men sum heild gekk tað væl

Venjingin gekk væl!

Tað er niðurstøðna hjá Sunleifi Højgaard, brunaumsjónarmanni og leiðara í Skálafjarðar Sløkkilið eftir eina venjing í gjárkvøldið.

 

Nú boringar standa fyri framman á føroyska landgrunninum – bæði Brugdan 2-brunnurin og Súlan/Stelkur-brunnurin, verða allar neyðugar fyrireikingar gjørdar í hesum døgum.

 

Millum annað var ein ófráboðað roynd á oljuvinnuhavnini hjá Atlantic Supply Base í Saltangará í gjárkvøldið

Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, letur væl at royndini.

 

Hann sigur, at tað vóru bara trý fólk sum vistu av, at talan var um eina venjing, men at hann er væl nøgdur við úrslitið, tó at okkurt er, sum arbeiðast skal meiri við.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr brunaumsjónamannin greiða frá.