- Føroysku spælararnir eru í alt ov vánaligum formi. Hetta er skelkandi at hugsa um, tí tað er bara ein mánaði til FM-finalurnar í landskappingini. Orðini eigur Claus Rasmussen, hondbóltsviðmerkjari hjá Rás2.
Aftaná misjavna avrikið hjá føroysku kvinnunum í EM-undankappingardystinum ímóti Makedonia tóku Hilmar Jan Hansen og Claus Rasmussen, viðmerkjari samanum føroyska avrikið í 15-22 (7-7) tapinum ímóti Makedonia.
Claus Rasmussen staðfestir, at skal føroyskur kvinnulandsliðshondbóltur vinna seg fram, so mugu føroysku landsliðsspælararnir verða í einari nógv betri venjingarstøðu.
Claus Rasmussen heldur, at tað sæst væl, at Viviann Petersen spælir á einum hægri støði í Selfoss í Íslandi, og tað er ein gongd leið, at vit fáa fleiri spælarar sum spæla á hægri støði.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr bersøgnu samanumtøkuna hjá Claus Rasmussen.
Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við Viviann Petersen, Turið Arge Samuelsen, og við landsliðsvenjaran, Dia Midjord kunnu hoyrast HER