Um góða byrjanina, sum vestmenningar hava fingið upp á kappingarárið, sigur Hjalmar Klein Olsen, at venjingarstøðan í ár hevur verið góð frá byrjan.
- Eg havi havt allar leikarar tøkar síðani fyrst í august mánaði, og hetta hevur avgjørt virka positivt á venjingarstøðuna. Eisini vóru vit á Lanzarote á venjingarlegu, so alt í alt haldi eg leikararnar vera sera væl fyri.
Um hópin til dystin sunnudagin sigur venjarin annars, at hann helst verður tann sami, sum á Skála, og merkir hetta sostatt, at Áki Olsen allar helst enn ikki er 100% til reiðar at spæla.