Venjingardystur móti Gibraltar

Gibraltar tekur fyri fyrstu ferð móti føroysku kvinnunum í vinardysti, tá A-landsliðið fer á venjingarlegu um ein knappan mánað, skrivar Fótbóltssambandið

Málfagnaður í vinardysti í Baltic Cup móti Estlandi í fjør - Mynd: Savnsmynd/Bjarni Enghamar

Gibraltar tekur fyri fyrstu ferð móti føroysku kvinnunum í vinardysti, tá A-landsliðið fer á venjingarlegu um ein knappan mánað, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Kvinnulandsliðið setur hol á nýggja árið við einari venjingarlegu í Marbella í Spania 13. til 21. februar, og í hesum sambandi er dystur móti Gibraltar á skránni. Gibraltar hevur tikið stór fet á kvinnusíðuni seinastu árini, men liðið hevur enn ikki tikið lut í undankappingunum til EM og HM. Dysturin móti Føroyum er tí eitt tekin um, at gibraltarar ætla meira við sínum kvinnum og helst eisini skjótt vera at síggja í stóru undankappingunum.

 

Dysturin móti Gibraltar verður spældur á Victoria Stadium sunnudagin 20. februar, og kvinnurnar spæla harumframt eisini ein annan vinardyst hósdagin 17. februar, sum kunnað verður nærri um seinni.

 

Skráin hjá kvinnulandsliðnum í 2022 sær fyribils soleiðis út:

 

13.-21. februar: Venjingarlega í Marbella við tveimum vinardystum

 

8. apríl: Ungarn – Føroyar, HM undankapping

 

20.-28. juni: Norðurmakedónia – Føroyar, tveir venjingardystir

 

2. september: Føroyar – Ukraina, HM undankapping

 

6. september: Føroyar – Skotland, HM undankapping

 

3.-11. oktober: Baltic Cup í Estlandi

 

Málfagnaður í vinardysti í Baltic Cup móti Estlandi í fjør - Mynd: Savnsmynd/Bjarni Enghamar