- Kom og ven til Atlantic Airways Tórshavn Marathon, Føroya einasta marathon! er áheitanin hjá teimum í Bragdinum, nú tey bjóða til venjing tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, mikudag og leygardag.
Tú hugsar ivaleyst, at hetta ikki er nakað fyri teg – marathon! Men jú, í Bragdinum fara tey at leggja venjingina soleiðis til rættis, at øll kunnu venja við, bæði til hálvt og heilt marathon.
- Vit ætla at býta okkum í bólkar - alt eftir, hvørjum støðið vit eru í. Øll skulu kenna seg væl og koma í form, soleiðis at tað ber til at renna tann teinin, fólk kunnu hugsa sær, tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður sett í gongd hin 2.juni klokkan 13.
Í Bragdinum bjóða tey venjing fyribils tríggjar ferðir um vikuna, týsdagar og mikudagar klokkan 17 og leygarmorgnar klokkan 8.30, og byrjað verður altíð á Tórsbreyt.
- Tað er ikki neyðugt at melda seg sum lim í Bragdinum, so tað er bara at møta. Seinni í vár fara vit at skipa fyri gonguvenjing saman við Krabbameinsfelagnum.
Í Bragdinum siga tey, at fyrsti venjingardagurin verður mikudagin hin 16.januar klokkan 17, og einasta treyt er at verða í góðum renniskóm og løttum venjingarklæðum, sum hóska til veðrið.










