Venjing, moralur og lívsstílur

Rógvi Johansen var í fleiri ár fremsti føroyski súkklarin. Ikki bara her heima, men eisini í Danmark gjørdi hann um seg, og hóast hann ikki longur er aktivur í fremstu røð, so hevur hann framveigis nógva vitan at oysa av. Tí hevur Tórshavnar Súkklufelag boðið honum til Føroya at halda fyrilestur, so eisini onnur kunnu fáa lut í tí, tann nú 44 ára gamli Rógvi hevur at fortelja frá sínum royndum innan súkkling, venjing og ítrótt sum heild. Fyrilesturin verður í ÍSF-húsinum í dag klokkan 14, og Rógvi sigur sjálvur, at hann fer at fevna breitt:

- Fyrst og fremst fari eg at leggja dent á tað, eg kann fortelja frá mínari sterkastu síðu, sum var einkultstartur, har tú fyrst og fremst skalt kappast við teg sjálvan, og at tað tí snýr seg um rástyrki, góða venjing og mentala javnvág, sigur Rógvi, sum eisini ætlar sær at tosa um moralsku síðuna av ítrótti. Heilt einfalt, tí hann heldur hetta vera eina mangulvøru fleiri staðni.

Fyrilesturin í ÍSF-húsinum er bert fyri limir í Tórshavnar Súkklufelag og Føroya Triathlonfelag.