Venjing: Lúka 9 - Reverse lunges

Stand við samlaðum beinum. Tak síðani eitt fet aftureftir, soleiðis at tú kann boyggja fremra og aftara knæið uml. 90 stig, og vend aftur til byrjanar støðuna. Endurtak við mótsatta beini. Um tú merkir pínu av hesari venjing, so boyggj knøini minni enn 90°.

Tað góða við reverse lunges er, at tú fær vant bæði beinini eins nógv. Talan er um eina sera góða venjing til lær- og mjadnavøddar. Reverse lunges er eisini ein venjing, sum setur eitt ávíst krav til balansu.

Ein skal merkja møði í fremra lærvøddanum og stóra mjadnavøddanum (afturpartinum).

Uppskot til endurtøkur: 10 til hvørt beinið

Niklas Reginsson

Fysioterapeutur

NB Fysioterapi