Froskmenn, sløkkilið og sjúkrabilur fóru beinanvegin á staðið at kanna, hvat var áfatt. Ein bilur var farin á sjógv, og ein persónur var í bilinum.
Froskmenn fóru fyrst niður eftir manninum, og síðani varð bilurin tikin uppaftur við krana. Maðurin varð fluttur á sjúkrahúsið til kanningar.
Talan var bara um venjing, sum teir luttakandi ikki vistu av frammanundan. Sagt verður úr Klaksvík, at venjingin eydnaðist væl, og at allir partar stóðu royndina.
Tað er kanska ikki av tilvild, at vant varð við einum bili, ið var farin á sjógv. Seinastu vikurnar hava tvær slíkar hendingar verið í Klaksvík, og tær hava givið løgreglu og sløkkiliði mikið høvuðbrýggj, tí fólk ikki hava boðað løgregluni frá, eftir at bilurin er farin á sjógv.










