Venjing endaði sum vanlukka

Fimm av manningini doyðu, og trý fingu skaða, tá ein bjargingarbátur loysnaði umborð á ferðamannaskipinum Thomson Majesty, meðan tað lá við bryggju í Santa Cruz á Kanarisku Oyggjunum í dag.

Sponsku myndugleikarnir siga, at skipið lá við bryggju, tá bjargingarbáturin loysnaði undir einari venjing og datt niður á sjógvin. Fallið var 20 metrar. Trý av teimum, sum doyðu, vóru úr Indonesia, ein var úr Filipsoyggjunum og ein úr Ghana.

Altjóða tíðindastovurnar skriva, at veirarnir, sum bjargingarbáturin hekk í, slitnaðu, men tað er ikki greitt, hví tað hendi, skrivar norska tíðindastovan NTB.

Umleið 1.500 ferðafólk vóru umborð á Thomson Majesty, tá vanlukkan hendi, men einki ferðafólk fekk skaða av hendingini.