Seinnapartin í gjár høvdu Brimil og danska sjóverjuskipið Thetis venjing eystan fyri Nólsoynna.
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at venjingin var løgd soleiðis til rættis, at eldur skuldi vera umborð á Brimli, og so skuldu fólk frá Thetis koma umborð at hjálpa til við at sløkkja.
- Ein roykmaskina varð sett niður í maskinrúmið á Brimli, síðani varð rópt á Thetis um at fáa hjálp til at sløkkja eld - og eisini vóru fýra av manningini umborð á Brimli saknaðir.
Fiskiveiðieftirlitið veit at siga, at slíkar venjingar verða hildnar av og á millum skipini.
- Hetta verður gjørt fyri at venja fólkið at brúka útgerðina og eisini fyri at venja samskifti og samstarv millum skipini, verður lagt aftrat.