Tað er kalt í Andorra í dag og tað merkir føroyska landsliðshópin, sum fyrrapartin í dag var og vandi á nýggju venjingarstøðini hjá Andorra. Teitur M. Gestsson hevur ikki vant í tvær tær seinastu venjingarnar orsaka av sjúku, og aðir eru ávegis.
Les eisini: Lars umhugsar at kollvelta spælið
- Vit hava valt at avlýsa venjingina seinnapartin. Tað er ivasamt við veðrinum og tað er ein møguleiki fyri kava. Tá so onkrir spælarar vísa tekin um at sjúka kann koma á teir, so hava vit valt at avlýsa venjingina seinnapartin, sigur Lars Olsen.
Les eisini: Gummiavbjóðingin í Andorra
Spælararnir fáa hinvegin høvi at venja í venjingarhølunum á gistingarhúsinum. Í løtuni sigur verðurforsøgnin, at tað verður um frostmarkið leygardagin, tá Føroyar og Andorra spæla. Eisini er vandi fyri kava.