Føroyska landsliðið fyrireikar seg í løtuni til venjingarlandsdystin móti Kosovo, sum verður spældur fríggjakvøldið á heimavøllinum hjá FSV Frankfurt 1899, Frankfurter Volksbank Stadion.
Les eisini: Fyrsta metingin um liðið
Liðið vandi í gjárkvøldið og í morgun. Upprunaliga skuldi liðið eisini venja seinnapartin í dag, men venjingin er avlýst, tí tað regnar so illa, at vøllurin er ikki tøkur til føroyska landsliðið.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur tí ein fund við spælararnar um dystin í staðin. Venjing verður á skránni aftur í morgin fyrrapartin. Tað er seinasta venjingin undan dystinum fríggjakvøldið, sum verður beinleiðis á Rás2.
Higartil er torført at gita sær til liðið, tí venjingin í dag gav ikki fleiri ábendingar enn venjingin í gjár.