Skipað verður í løtuni fyri stórari venjing á vegastrekkinum vestur ímóti gamla Hvalbiartunlinum.
Tvøroyrar Sløkkilið, løgreglan og sjúkrabilar taka lut í venjingini og tískil er ikki neyðugt hjá fólki at stúra fyri hvat er áfatt.
Ein áheitan skal eisini fara út til fólk, um at halda frástøðu til arbeiðið og ikki órógva við at koyra framvið og hyggja, upplýsir átaksleiðarin inni á facebook-vanganum, ið kallast Tvoroyri.