Venjing á havnalagnum

Skálafjarðar Sløkkilið og Atlantic Supply Base skipa í løtuni fyri felags venjing

Skálafjarðar Sløkkilið og Atlantic Supply Base (ASB) skipa í løtuni fyri felags venjing.

 

Venjingin byrjaði nú klokkan hálvgum sjey. Venjingin er ein liður í tilbúgvingini, sum krevst í samband við virksemið hjá ASB, ið virkar sum oljuhavn fyri leitivirksemið á føroyska landgrunninum.

 

– So um onkur í kvøld undrast á, hví sløkkiliðið er í sving, og roykur sæst á økinum við havnalagið hjá, so er also talan um eina venjing, sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base.

 

Venjingin byrjaði sum nevnt nú klokkan hálvgum sjey.