Venjarin varð skaddur

Andreas F. Hansen, sum er annar av høvuðs­venj­arunum hjá Kyndils-kvinn­um, mátti leygar­dagin ásanna, at tað onkra tíð kann vera meira enn bara vanliga hart at sita á beinkinum. Í seinna hálv­leiki fekk hann nevn­liga vøddaskaða, tá hann ta einu ferðina leyp upp frá úr sessinum á út­skiftara­beinkinum.
– Eg leyp uppfrá ta einu ferðina, og tá føldi eg ein ordans brest í legg­inum. So tað er eingin ivi um, at eg havi fingið eina kraftiga fipur, sigur Andreas, sum í síni tíð var ein av stuðuls­spæl­ar­unum hjá Kyndli. Aldurin er tó farin frá hesum, og sjálvur tók hann nú til, at hann kanska eisini var ov gamal til at vera venjari.