At tað kann vera stríggið, tá nógv stendur á, mátti annar av føroysku landsliðsvenjarunum, Rógvi Nielsen, ásanna eftir dysti móti Belgia.
Luftin í høllini í Mezzocorona var kanska nakað tyngri og heitari enn hon plagar at vera, tá dystir verða leiktir heima í Føroyum, men gjøgnum teir 60 minuttirnar, sum dysturin vardi, tóktist hetta tó ikki at bila.
Tað var ikki fyrr enn næsti dysturin var farin í gongd, og pulsurin hjá venjaranum kanska eisini var komin nakað niður, at tað gekk galið. Meðan leikarar og venjarar sótu og hugdu at næsta dystinum, gjørdist alt svart hjá venjaranum, sum ikki sjálvur dugdi at siga stórt um tað, sum fór fram.
- Alt fór bara at mala, men eg fekk so lagt meg niður, áðrenn tað gjørdist heilt svart. So var ikki annað at gera, enn verða liggjandi eina løtu við ísi á pannuni, segði Rógvi sjálvur, tá vit seinni á degnum fingu orð á hann. Og so kann skoytast afturat, at hann tíbetur sá út til at hann var komin heilt fyri seg aftur.
Hann leggur afturat, at hann ikki vist, hví hetta var hent.
- Eg havi so drukkið nokk av vætu alla tíðina, og meðan dysturin var, hevði eg tað eisini heilt fínt. Kanska var tað kortini vætumangul, ella kanska hevur tað bara verið ein kombinatión av hita og spenningi, segði hann at enda.
-jm