Venjarin skilti einki

Landsliðsvenjarin í svimjing ætlar ikki at broyta nakað við svimjiháttinum hjá Asbjørn Joensen

 

svimjing


Petur Heðin av Fløttu dugdi ikki at síggja, hví Asbjørn absolut skuldi kolldømast av dómaranum, tá stafettin varð svomin mikudagin

- Hann svam akkurát sum hann plagar. Hann hevur verið í hylinum seks ferðir higartil, og hevur vunnnið trý heiðursmerki. Hann hevur onga ávaring fingið um nakað sum helst, og so verður hann bara diskaður nú. Tað skilji eg ikki.

Spurdur, um hetta við størkunum hjá Asbjørni er nakða, sum venjarin fer at arbeiða við, sigur Petur Heðin, at tað er tað ikki.

- Hann svam akkurát soleiðis, sum hann plagar at gera. Soleiðis hevur hann svomið í fleiri ár. Bæði í Danmark og Føroyum, og hann er ongan tíð kolldømdur fyrr, so hatta skilji eg slettis ikki. Tað vísur seg bara soleiðis, sum um stafettin skal kiksa hjá okkum.


Vanligt við ávaring

Petur Heðin ilskast annars um, at Asbjørn ikki hevur fingið nakra ávaring fyrr í kappingini, fyri síðani brádliga at verða kolldømdur.

- Vanliga hevur tað verið soleiðis, at svimjararnir fyrst fáa ein lyftan peikifingur, og um teir so blíva við, verða teir kolldømdir. Nú havi eg ikki verið við á teknisku fundunum, so eg veit ikki, hvat tey hava tosað um har, men hatta er ein ótrúliga løgin dómur, men tað fáa vit so ikki gjørt nakað við, sigur Petur Heðin at enda.